Unnamed: 0
int64
0
437k
Text
stringlengths
22
410k
400
Holberg sigur í tekstinum, at hann sær at tað er samsvar hjá øllum menniksjum og øllum tíðum í kynsliga býtinum á arbeiðsmarknaðinum. Hetta metir hann vera eitt slag av prógvi fyri, at tað er ein natúrlig fyriskipan, at bæði kynini hava sínar ymisku eginleikar á arbeiðsmarknaðinum. Tó sigur hann, at eitt hvørt menniskja og ein hvør vinna tískil ikki átti at gjørt mun á monnum og kvinnum úti á arbeiðsmarknaðinum, hóast hetta í hansara tí var, og enn er, veruleikin úti á arbeiðsmarknaðinum. Hann nevnir millum annað eisini trý dømir, ið prógva, at kvinnur hava annarleiðis umstøður á arbeiðsmarknaðinum enn menn. Hesi trý dømini eru, at kvinnur eru skaptar spinklari enn menn, at kvinnurnar føða børn og at tær eru meira bangnar av sær. Tó vísur hann á, at hesi trý dømini um mun millum mann og kvinnu ikki gera, at kvinnur er minni førar fyri at arbeiða enn menn. Hóast kvinnu kroppurin ikki er førur fyri sama kropsliga arbeiði, sum mannskroppurin, eru tað summi arbeiðir, sum kvinnu kroppurin er betur egnaður til. Hann sær tað heldur ikki sum ein trupuleika, at kvinnur føða børn og hetta skyldar hann eisini uppá upppalingina. Hann meinar, at um ein kvinna fær at vita frá barnsbeini, at hon skal binda frið í vikur eftir at hon hevur føtt, fer hon at gera tað. Um ein kvinna hinvegin verður uppdrigin til at hon skal fara út aftur í vanliga gerandisdagin beint eftir føðingina, er hetta tað hon fer at gera. Hetta grundgevur hann við at siga, at tað finnast kvinnur, ið fara út aftur á arbeiðsmarknaðin skjótast gjørt, aftaná at tær hava átt.
401
Sambært honum, er kvinnur betur til arbeiðir, sum hava við inteligens at gera og tískil heldur hann tað ikki bila, at kvinnur ikki eru førar fyri at arbeiða í nakrar vikur, tá ið teir eru við barn, tí tað finnast menn, ið ikki eru førir fyri at gera 'kvinnu' arbeiði alt árið, tí teir hava ein mannfólka heila. Tað triðja dømi skyldar hann uppá uppaling. Hann sigur, at tað hevði ikki veri munur á psykuni hjá monnum og kvinnum, um munur ikki varð gjørdu á kynunum í gjøgnum uppalingina. Hann meinar at kvinnur vera uppdrignar til at vera bagnar fyri ymsum og tað verða menn ikki.
402
Út frá greini virkar tað sum at Holberg metir lyndið hjá kvinnuni at vera stórsti veikleikin. Tó sigur hann eisini, at hetta hevur er eitt úrslit av uppalingini. Um ein kvinna bleiv uppdrigin til eitt mannfólka arbeiði, hevði úrsliti av hennara lyndi eisini veri annarleiðis. Niðurstøðan hjá Holberg er tí, at tað er ikki av natúrligum orsøkum, at kvinnur ofta vera órættvíst behandlaðar á arbeiðsmarknaðinum, men at tað meira er eitt úrslit at uppaling og vanum, í gjøgnum tíðina, ið hava skapa hesi fyribrigdini.
403
Sjónarhornini hjá Ludvig Holberg hóska væl til tað tíðina hann livdi í. Teksturin er, sum sagt, skrivaður í 1700-talinum og tað er júst tað tíðarskeiðið, ið verður sett í samband við upplýsingar tíðina. Tað eru eisini fleiri onnur viðurskiftir í tekstinum, ið vísa á, at hetta er ein tekstur, ið er skrivaður í upplýsingar tíðini. Nógv nýggj tøkni tók seg fram í hesum tíðarskeiðnum og hetta ávirkaði fólkini sum livdu tá. Tey fóru frá at hugsa, at Gud hevði skapað tað heila og bestemmaði til at trúgva, at tað al oftast vóru natúrligar frágreiðingar uppá tað mesta. Júst sum í tekstinum hjá Holberg. Han vísur á, at tað ikki er natúran, ið skapar arbeiðsmarknaðin, men fólkini og hvussu tey eru uppald. Her kemur hann við einari logiskari frágreiðing uppá, hví samfelagið fungerar á tann hátt tað ger.
404
Javnrættindi er eitt sera aktuelt evni í løtuni og tað verður gjørt nógv fyri at betra um umstøðurnar minniluta bólkum í flestu samfeløgum. Á arbeiðsmarknaðinum eru kvinnurnar tær, ið í gjøgnum longri tíð hava veri verri stillaðar. Teksturin sum Ludvig Holberg skrivaði í 1700-talinum vísur, at fólk longu vóru varhug við, at tað var ein trupuleiki, at eins møguleikar fyri at fáa arbeiði í ymsum vinnum var so tengt av, hvørjum kyni man var. Tað hevur veri arbeitt fyri javnstøðu leingi og hóast teksturin næstan er 300 ára gamal, eru vit enn ikki komin á mál. Javnstøðan millum kynini hevur flutt seg nógv, men tó ikki so nógv, at hetta ikki er ein trupuleiki meir. Eitt sum hevur verið gjørt fyri at betra um støðuna er, at í summum leiðslum o.s.v., skal eitt avíst antal av limunum vera umboða av eini kvinnu. Hóast hetta er gjørt fyri at betra um javnstøðuna, halda fleiri kvinnur hetta ikki vera rætt, tí hetta ger at kvinnan ikki fer at føla at hon er vald til starvið útfrá hennara dygdum, men av hennara kyni. Tá er tað meir ella minni sami trupuleiki sum áður, munurin er tó, at man verður valdur frá ella til vegna kyn. So leingi kyni hevur ein týdning fyri, um man verður valdur frá ella til í einum starvið, hevur arbeiðsmarknaðurin ikki rokkið endamálinum, ið er at skapa javnstøðu millum kynini.
405
Kvinnurættindi hava verið ein stórur partur av javnstøðukjaki kring heimin síðani og øld, men tó vóru longu nakrir forsprákarar fyri kvinnum í øld. Ein av teimum, ið varpaði ljós á órættvísu viðferðina av kvinnum var norski rithøvundurin Ludvig Holberg, ið í 1739 gav út ritgreinina 'Rættindini hjá kvinnum'.
406
Ætlan hansara við ritgreinini er als ikki at skaffa kvinnum nøkur nýggj rættindi, men hann roynir heldur bert at vísa á, at orsøkirnar og próvgrundirnar, ið vórðu nýttar ímóti kvinnum og teirra luti í samfelagnum, ikki vóru haldgóðar. Holberg greiðir millum annað frá, at orsøkin til at kvinnur ofta fáa veikleikar í lyndi teirra kann vera uppvøksturin. Um mann til dømis hevði uppalt kvinnur til mannfólkayrki, høvdu tær møguliga ikki havt hesar veikleikarnar, og um mann á sama hátt uppaldi mannfólk sum konufólk, høvdu nevndu veikleikarnir møguliga víst seg í teirra lyndi. Sostatt sigur Holberg, at í tí at øll fólk hava fordómar um konufólk og uppdraga tær hareftir, fer mann ímóti teirra natúru, og sambært Holberg er tað sera týdningarmikið at fylgja natúru sínari. Hann nevnir eitt dømi, har Cicero spyr Apollons orakkul, hvørjum hann skal leggja seg eftir, og tá fær hann at vita, at hann skal fylgja síni natúru. Hesum tekur Holberg undir við, og hann sigur enntá, at um øll fylgdu hesum boðum og ikki kríggjaðust við himmalin við at takast við sakir, sum tey av natúruni ikki eru skapað til, so hevði heimurin havt nógv fleiri dugnalig fólk. Soleiðis síggja vit, at tað er sambært Holberg sera týdningarmikið at mann fylgir natúru síni, tí annars fær mann ikki verið tann besta útgávan av sær sjálvum.
407
Holberg heldur tað vera skeivt at útihýsa helvtina av allari mannaættini frá arbeiði og øðrum samfelagsviðurskiftum, einans vegna hennara kyn. Hann sigur eisini, at um tað passar, at mannfólk eru sterkari og tískil betur førir fyri at arbeiða kropsliga, so kann mann eisini koma við tí próvførsluni, at kvinnur eru betur førar fyri at arbeiða við sinninum. Tí heldur Holberg tað vera býttisligt, at mann ikki letur kvinnur arbeiða við týdninarmiklum størvum.
408
Tó kemur hann við einari próvførslu, ið er trupul fyri kvinnur, ið verður nevnd fleiri ferðir gjøgnum ritið, í reglubroti
409
"(.)barnsburðir, sum í minsta lagi nakrar vikur um árið gera kvinnukynið óskikkað til mannfólkayrki."
410
Nú mugu vit eisini hava í huga nær ritið er skrivað, og tað var ógvuliga vanligt fyri kvinnur at fáa nógv børn í hesum tíðarskeiðinum av tí, at mann ikki hevði nógvar serliga góðar fyribyrgingarmøguleikar. Av tí sama kundi ein kvina sjálvandi ikki arbeiða líka nógv sum ein maður, um hon fekk nógv børn. Tó skumpar Holberg hesa próvførsluna til viks, tá ið hann greiðir frá, at hjá eini kvinnu snýr hendan løtan seg um eini seks vikur um árið, har kvinnan ikki kann arbeiða, men harafturímóti eru tað fleiri menn, ið yvirhøvur ikki arbeiða alt árið runt.
411
Holberg er sakligur í síni próvførslu. Hann leggur ikki á mannin heldur enn á bóltin, men savnar seg um evnið, og heldur seg á tí. Hann sigur seg ongantíð vera heilt vissan í sínum uppáhaldi, men sigur at tað er vert at royna, og hevur tí gott trúvirði í mun til ein, ið hálovar sær sjálvum ferð eftir ferð. Hann er sjálvandi subjektivur, tí allur teksturir er hansara sjón uppá kvinnur og teirra pláss í samfelagnum.
412
Ritgreinin er ætlað lærdum fólki, og hetta sæst kanska serliga væl í LIX talinum, ið er Holberg var eisini ein sera lærdur maður fyri sína tíð, so hann skrivaði ritgreinir sínar hareftir, og onnur lærd fólk lósu tær, so LIX talið hóskar væl til málbólkin.
413
Holberg nýtir mest logos í ritgreinini, har hann grundgevur logiskt og nýtir fleiri dømi og almenna vitan at próvføra. Ritgreinin nýtir ein kenslubornan samskiftishátt. Hetta sæst av tí, at ritgreinin snýr seg um uppfatanina hjá Holberg um kvinnur og samfelagið, hon er ikki kunnandi ella ákallandi sum so.
414
Tað sæst væl, at Holberg var ein av framgongumonnunum í upplýsingartíðini, tí at hann hevur nógv modernað virðir, ið vit enn hava í dag, sum til dømis tað, at kvinnur og menn skulu verða javnstillaði. Hann sær framvið øllum uppáhøldunum, ið so nógv fólk høvdu um kvinnur í øld, og hugsar heldur logiskt og sær tingini, sum tey eru. Hann sær kvinnur sum javnar við menn, og tað var ikki nakað, ið var serliga vanligt fyri hansara tíðarskeið. Hansara hugsanir og sjónarmið uppá lívið og menniskju sum heild gera hann til ein slóbrótara í síni tíð. Í dag hevði hann verðið kallaður ein feministur, hóast hetta sikkurt ikki hevði dámt honum væl, av tí at hann sigur seg ikki vilja heva kvinnum meira rættindi við síni ritgrein.
415
Nógv av tí, ið hann sigur er rætt. Til dømis hevur tað sera nógv at siga fyri samleikan hjá einum persóni, óansæð hvat kyn hann ella hon er, hvussu mann er uppdrigin. Um vit til dømis hyggja at ungum gentum og dreingjum í Pakistan, so síggja vit eitt gott dømi uppá sexismu í uppvøkstrinum, líka frá tá ið tey eru fødd. Um ein drongur verður føddur, verður hann skrivaður á eina langa ættartalvu, og tað er eitt rimmar gildi, men um ein genta verður fødd tekur mann synd í mammuni og sigur einki. Dreingir ganga í skúla sum teir hava hug, og kunnu útbúgva seg sum teir vilja, meðan gentur allarhægst sleppa at ganga í teimum smærru flokkunum, og síðani verða tær sum oftast giftar vekk. Eitt gott dømi er Malala Yousafzai, ið vann Nobels friðarheiðursløn sum 17 ára gomul. Hon er uppvaksin í Pakistan, men pápi hennara hevur altíð verið líka góður móti henni sum hann hevði verið imóti einum soni. Hon varð sum tann fyrsta kvinnan í 200 ár skrivað á ættartalvuna, tá ið hon varð fødd, og pápin hevði eitt stórt ball. Hon slapp at ganga í skúla, og tá ið hon ikki slapp meira, hjálpti pápi hennara henni at sníkja seg í skúla saman við øðrum gentum, ið eisini vóru vorðnar ov gamlar. Hon slapp at lurta meðan pápin og hinir mennirnir í familjuni tosaðu um politikk og onnur samfelagsviðurskifti meðan hon vaks upp. Hennara uppvøkstur, har hon hevur fingið líka nógva virðing frá familju síni sum var hon ein drongur, hevur gjørt hana til eina av teimum fremstu kvinnunum innanfyri bardagan um javnstøðu millum kynini, við serligum atliti til útbúgving.
416
Hugsjónin hjá Holberg er vorðin vanlig í dag, og kvinnur eru á flestu starvsplássum javnsettar við menn, hóast nógvar enn ikki fáa somu løn sum mannfólkini, ið tær arbeiða saman við. Tó er tað einki óvanligt í dag við, at tað eru líka nógvar kvinnur, ella fleiri, á einum starvsplássi sum menn. Mann sær eisini týðiliga eina broyting í miðnámsskúlunum, har tað fyrr vóru flest gentur á málsligu deild og flest dreingir á støddfrøðiligu, meðan kvinnur í dag seta heildardámin á báðum deildunum.
417
Eisini eru nógv lond í dag farin til at deila barnsburðarfaloyvið helvt um helvt millum foreldrini, so í dag eru tað ikki bara mammurnar, ið eru heima hjá børnunum, og tískil setur hetta ikki sama dám á tær á sínum starvsplássi, so trupulleikin, ið Holberg nevnir í samband við tað er als ikki ein trupulleiki longur.
418
Tað er eingin ivi um, at rættindini hjá kvinnum eru nógvar ferðir betri í dag enn tey vóru í upplýsingartíðini tá ið Holberg livdi, men tó deila sera nógv enn í dag hugsjón við hann, og tíverri eisini við tey, ið hann grundgevur ímóti. Tó er mann á veg fram, sjálvt í londum sum til dømis Pakistan, har Malala Yousafzai varð skotin sum 14 ára gomul fyri at fara í skúla og vera ein genta. Javnstøða millum kynini er ein dreymur, ið ikki enn er fullfíggjaður, men hvønn dag er heimurin eitt fet nærri hesum dreymi ella ímyndini, so vit hava eina bjarta framtíð at síggja fram til.
419
Vantandi javnstøða millum kynini var ein sannroynd í upplýsingartíðini. Hóast mangar stórar broytingar eru framdar síðani, eru nógvir av javnstøðutrupulleikunum, sum upplýsingarfólk kendu til, enn vælkendir millum fólk í nútímans samfelag. Eigur barnsburðarfarloyvið at ávirka arbeiðsmøguleikarnar hjá kvinnuni? Kvinnan er skapað við einum minni vøddamassa enn maðurin, men merkir hetta, at maðurin er betur skikkaður til týdningarmikið arbeiði? Hví er kvinnuáskoðanin soleiðis, sum hon er. Er tað soleiðis, at náttúran ætlaði tað, ella er tað bara hetta, ið vit eru von og uppald við?
420
Ludvig Holberg skrivaði ritroyndina Kvinders Rettigheder, sum útkom í savninum Adskillige store Helte og berømmelige Mænds sammenlignede Historier, sum varð útgivið í Ritroyndin varð týdd til føroyskt av Jógvani Isaksen, og Rættindini hjá kvinnum kom út í savninum Brá, nr. 8, Sum heitið á ritroyndini avdúkar, verða rættindi hjá kvinnum viðgjørd í hesi ritroynd hjá Holberg. Hann hugleiðir kvinnuna og eginleikar hennara og setur spurnartekin við, hvørt tað er náttúran ella uppalingin, sum er orsøkin til, at kvinnan hevur tann munandi lítla leiklutin í samfelagnum, sum hon hevur - ella í øllum førum hevði, tá ið henda ritroynd varð skrivað í upplýsingartíðini.
421
Ludvig Holberg (1684- vaks upp í Bergen og flutti í 1702 til Keypmannahavnar at lesa. Har arbeiddi hann sum lærari og professari á universitetinum í fleiri lærugreinum eitt nú gudfrøði, søgu og retorikki. Holberg var ein sera fjølbroyttur høvundur, sum skrivaði m.a. sjónleikir, skaldsøgur og ritverk, og verk hansara eru m.a. kend fyri at vera samfelagsatfinnandi. Ritverk hansara verða mett at vera byrjanin til modernaðar norðurlendskar bókmentir.
422
Franski heimspekingurin Michel de Montaigne brúkti í 1580 fyrstu ferð orðið 'essay'. Føroyska heitið fyri hugtakið er 'ritroynd'. Í einari av sínum ritroyndum greiðir Montaigne frá, at týdningarmesta eyðkennið fyri ritroyndir er, at høvundurin søkir sannleikan. Í eini ritroynd tekur høvundurin lesarin við á eina hugsaða ferð, og tað er júst tað, ið Holberg ger í ritroyndini Rættindini hjá kvinnum. Hann byrjar við at ásanna, at menniskju eru av náttúruni skapað ymisk. Summi hóska seg sum bøndur og onnur sum politikarar. "Fylg tíni náttúru" segði Apollons orakkul við Cicero: "Gævi øll høvdu fylgt hesum boðum, um so var høvdu fá ódugnalig menniskju verið til. " skrivar Holberg í fyrsta broti, har hann vísir á, at tey flestu ikki fylgja hesum guddómligu ráðum, men heldur berjast ímóti við at takast við viðurskifti, ið tey ikki natúrliga eru skapað til. Hann samanber við, at ein skógvur passar pest til ein ávísan fót, og tí skal hann nýtast til júst hendan fótin, og ein hattur passar best til eitt ávíst høvd og hoyrir tí heima á hesum høvdi.
423
" at natúran í skapinum hevur skilt konufólk frá mannfólki og við nettum likami og húð og smáum limum hevur kunngjørt tað frálíka hjá hesum seinnu fram um tey fyrru: " ( brot). Holberg ásannar altso, at náttúran í skapanini av kvinnuni og manninum hevur gjørt mun á kynunum, og at menniskjað hevur tikið hetta til sín og gjøgnum allar tíðir gjørt mun á kynunum. Hann vísir á, at kvinnan er vorðin dømd ónýtilig til týdningarmikið og torført virksemi, og at tað, seta spurnartekin við hetta, er at seta spurnartekin við samtykkið hjá øllum menniskjum gjøgnum allar tíðir. Kynsleiklutirnir hava verið soleiðis nærum altíð, og eru ikki enn broyttir, og hetta, viðurkennir Holberg, prógvar, at leiklutirnir eru rætt býttir.
424
Holberg setur tó spurnartekin við hesa próvgrund, at kvinnan er skapað við smærri og veikari limum, tí so kann mann spyrja seg sjálvan, at um kvinnan veruliga er ov veik til tungt kropsligt arbeiði, so átti tað skynsama at verið, at maðurin røkti tað kropsliga arbeiðið, ímeðan kvinnan hevði til uppgávu at røkja tað arbeiðið, ið bert er treytað av sinninum. Altso átti tað at verið kvinnan, ið sat við skrivaraborðið og brúkti heilan og stýrdi landinum, ímeðan maðurin var úti og røkti tað arbeiðið, sum krevur likamliga megi.
425
( brot) "(.) at hon (t.e. náttúran) hevur makað tað so, at tær fyrru, sum bert hava høvd, skulu sita í ráðunum og rættunum, og teir seinnu, sum reypa av sínum sterku ørmum, til at fremja teirra dómar og niðurstøður (.)" Holberg skemtar í hesum broti við tí eyðkenda, einfalda manninum, sum kennir tørvin at vísa og reypa um stóru vøddar sínar og prikar til tað mansdomineraða samfelagið við at siga, at tað átti at verið kvinnan, sum sat í ráðunum og rættunum, av tí at tað er hon, sum hevur høvdið til tað.
426
Eisini ger Holberg vart við tað órættvísið, sum valdar á arbeiðsmarknaðinum, har kvinnan vegna barnsburð nakrar vikur um árið verður mett óskikkað til mannfólkayrki. Um náttúran hevur skapað bæði kyn eins væl fyri sinnisliga, skilur Holberg ikki, hví tann eina helvtin av menniskjum skal útihýsast treytað av føðingini. Hann vísir á, at hann hevur hoyrt frá ferðafólki, at í summum londum fer konan til arbeiðis dagin aftaná føðing, og maðurin legst til songar í hennara stað. Holberg vil tó ikki fara so langt, tí hann metir, at kvinnan tørvar ta tíð, ið tað tekur, at koma fyri seg eftir føðing. Hinvegin sær hann tað ikki sum ein trupulleika, tí hví skal ein dugnalig kvinna dømast ógegnilig á arbeiðsmarknaðinum, einans tí at hon er burtur í seks vikur, tá ið mangur maður eru ógegniligir alt árið. Holberg leggur eisini dent á, at eingin skomm er hjá manninum at taka kvinnunnar stað, um mett verður, at báðar uppgávur á tann hátt verða eins væl framdar.
427
Síðani í ritroyndini kemur hugleiðing um uppaling av manni og kvinnu. Kvinnan verður ofta kritiserað fyri at hava ov veikt lyndi, og Holberg hugleiðir um orsøkina til hetta. Gentan og drongurin fáa frá barnsbeini av prentað í høvdið nakrar sannroyndir - 'soleiðis eru gentur, og soleiðis eru dreingir. Dreingir eru sterkir, gentur eru ofta bangnar, og drongurin er har fyri at verja og bjarga gentuni. ' Men Holberg undrast á, hvussu úrslitið sá út, um kynsleiklutirnir vórðu umbýttir heilt frá barnsbeini av, soleiðis at gentan fekk ta uppalingina, ið dreingir vanliga fáa og umvent.
428
( brot) "Her verður spurt, um ein ung genta varð uppald til mannfólkayrki, um henni vórðu latin upp hendur týdningarmikil málsevni, sum bert hon í ríkinum hevði ábyrgdina fyri, um hon varð noydd at standa til svars fyri hvørjum óneyðugum orði, hon talaði, um dirvi varð henni mett sum dygd og ótti sum lýti, um tú ikki í staðin fyri brek og veikleikar hevði funnið nógvar dygdir. "
429
Altso er kvinnan rætt og slætt verri fyri at røkja týdningarmikið virki, ella hevur hon bert fingið hetta at vita, síðani hon var smágenta? Fekk kvinnan møguleikan, hevði hon so vaksið við ábyrgdini? Varð drongurin í staðin uppalin á sama hátt, sum gentur verða, høvdu hansara dygdir so ikki heldur verðið sæddar sum brek og veikleikar? Hevði orðafellið heldur verið: "Tú mást ikki hava ov nógv álit á einum veikum mannfólki!"? Hesir eru spurningar, sum Holberg spyr í ritroynd síni, har hann setur spurnartekin við, hvørt tað er náttúran ella vani og uppaling, sum eiga skuldina í, at kynsleiklutirnir eru, sum teir eru.
430
At enda sigur Holberg, at endamálið við hesi ritroynd var ikki at skaffa kvinnuni nøkur nýggj rættindi, men heldur at vísa á, at tey prógvini, fyri at kvinnan verður útihýst frá øllum týdningarmiklum arbeiði, ikki eru haldgóð.
431
Fatanin av, hvat menniskjað var í heimspekiligari merking, og hvat tað kundi verða til, broyttist í upplýsingartíðini. Nógvir høvundar meintu, at menniskjað var føtt við ymiskum møguleikum og grundleggjandi rættindum. Hóast hugsanir um javnstøðu tóku seg upp í upplýsingartíðini, vóru maður og kvinna langt frá javnsett. Hóast vóru nógvir framfúsir hugsarar á hesum øki, og Holberg var ein teirra. Uttan at krógva tað, undraðist Holberg á, at mann sá útyvir alt tað ónýtta tilfeingið, sum vóru í kvinnuliga partinum av fólkinum, og sum í viðgjørdu ritroyndini omanfyri royndi hann at próvføra fyri, at mann setti í verk kynsjavnstøðu. Hann vildi skumpa óskikkaðar, brennivínstystar menn til síðis og heldur gera pláss fyri dugnaligum kvinnum.
432
Hóast nærum tríhundrað ár eru liðin, síðani ritroyndin Rættindini hjá kvinnum hjá Ludvig Holberg kom út, er evnið enn sera relevant í nútímans samfelagi. Tað er í dag lógarbrot at gera mismun á kynunum, og tað er kempi framstig, samanborið við samfelagið í upplýsingartíðini. Tó eru vit ikki komin á mál, tá ið hesum viðvíkur. Hóast tað er brot á lógina, at gera mismun á kynunum, er hetta ikki nakað, ið steðgar virkjum og fyritøkum í hesum. Trupulleikin um barnsburð, sum Holberg lýsir í ritroynd síni, er enn galdandi í dag. Tað er ein sannroynd, at hevur ein av hvørjum kyni søkt sama arbeiði, verður kvinnan vald frá, um maðurin er eins førur fyri at røkja arbeiðið. Arbeiðsgevarin er skilvísur og hugsar, at hann vil heldur hava mannin, tí vandi er fyri, at kvinnan einaferð fer í barnsburðarfarloyvi, og hetta gongur útyvir arbeiðsplássið. Tí verður maðurin valdur fram um, og hetta er heilt víst ein av orsøkunum til vantandi javnstøðuna á arbeiðsmarknaðinum.
433
Evnið hevur verið og verður enn nógv umrøtt í almenna kjakinum í nútímans samfelagi. M.a. fyri at fremja javnstøðu millum kynini, hava fleiri av okkara grannalondum ásett pápakvotur. Í Føroyum hevur kjakið tó mest snúð seg um, at familjurnar eiga at hava rætt at velja sjálvar, hvussu tær innrætta seg. Tað vísir seg tó, at tá ið familjurnar velja sjálvar og ikki eru ásettar nakra pápakvotu, er pápin minst møguligt í barnsburðarfarloyvi. Pápin tekur ta tíðina, ið er markað honum - hvørki meira ella minni. Ymiskar orsøkir eru sjálvsagt til hetta, men ein teirra er heilt víst tann, at páparnir standa sterkari mótvegis arbeiðsgevaranum, um teir hava ein lógarfestan rætt til pápafarloyvi, enn um teir í hvørjum einstøkum føri skulu tingast við arbeiðsgevaran um hetta. Mann kann nærum siga, at barnsburðarfarloyvið 'revsar' kvinnuna við at minka um hennara møguleikar á arbeiðsmarknaðinum, ímeðan pápin verður 'revsaður', við at teir pápar, ið velja longri pápafarloyvi enn tað, ið er markað til teirra, verða av arbeiðsgevaranum fataðir sum minni ambitiøsir og ikki verdir at satsa uppá.
434
Erika Hayfield, lærari á Fróðskaparsetrið Føroya, hevur tosað um at býtt barnsburðarfarloyvið javnt millum mammuna og pápan, soleiðis at helvtin av farloyvinum varð markað mammuni og hin helvtin pápanum. Á henda hátt velur familjan sjálv, hvussu hon vil gagnnýta farloyvið. Bæði mamma og pápi hava á henda hátt møguleika og rætt at vera heima hjá barninum í eins langt tíðarskeið. Liggur ikki fyri hjá øðrum av foreldrinum at vera heima hetta markaða tíðarskeiðið, verður eingin tvingaður at vera heima, men tíðarskeiðið fellur heldur burtur. Barnsburðarfarloyvi eigur ikki at ávirka arbeiðsmøguleikarnar hjá kvinnuni og ei heldur hjá manninum. Barnsburðarfarloyvi eigur at vera ein grundleggjandi rættur, sum bæði kynini hava atgongd til.
435
Skal kvinnuáskoðanin broytast, og javnstøðan millum kynini gerast størst møgulig, má okkurt broytast. Hevði endaliga loysnin verið til, var ikki neyðugt at kjakast um hetta evnið, men soleiðis er ikki. Tó er víst, at okkurt má gerast við hugsunarháttin hjá menniskjanum. Fyri at fáa besta úrslitið, má hetta gerast frá barnsbeini av, og hetta var Ludvig Holberg greiður yvir longu í 1700-talinum.
436
Seint í 1700 talinum aftaná fronsku kollveltingina kyknaður serligar kenslur í fólki kring allan heim. Tann vanligi borgarin var nú farin at hugsa um frælsi, javnrættindi, og brøðralag. Hetta tíðarskeiði kallast fyri upplýsingartíðin, og var tað øvuta av Barokkinum, tí nú var hugsanin í samfelagnum broytt, og øll skuldu hava líka stórar møguleikar fyri at fáa upplýsing og lærdóm óansæð hvørjum parti av samfelagnum tú komst frá.
437
Ein av kendu monnunum frá upplýsingartíðini er Ludvig Holberg, ið livdi frá 1684- Hann er kendur fyri sínar skemtileikir og aðrar tekstir, ið eru samfelagsatfinnandi og oftani eru fyltur við nógvari satiru. Í ritroyndini "Kvinders rettigheder" umrøður hann rættindini hjá kvinnum um tað tíðina, samstundis sum hann skrivar við einum skemtiligum tóna. Ritroyndin var í savninum Adskillige store Helte og berømmelige Mænds sammenlignede Historier, ið kom út í
438
"Fylg tínari nattúru" tað er í høvuðsheitinum tað, ið Holberg berur førir fram í sínari ritgerð. Hann heldur at menniskja er skapa skilagott, og at ein skal gera tað, ið hann er skaptur til. Tað vísur Holberg m.a. á í setningum " Hvør persónur, hvør lutur má tí nýtast til sítt brúk, tí tað amboð er frægast, sum hóskar til tað ávísa lendið, tann skógvur, sum hóskar til tann ávísa fótin, sum hóskar til tað ávísa høvdið."(linja 9-11, brot
439
Ein skal ikki royna at vera nakað, sum ein ikki er. Øll menniskju eru ikki fødd við eins stórari nøgd av skynsemi, so tað eru ei heldur øll, ið kunni stýra einum samfelag. Øll mugu góðkenna tann tey eru, og hvørjir førleikar ein hevur, og liva eftir teimum førleikum. Tískil helt Holberg, at tað var sera skilagott, at samfelagið frammanundan hevði avgjørt at helvtin av borgarunum, vóru óegnaður til týdningarmikið og hart arbeiði. Tí hví skuldi nattúran annars hava skapt tað eina kynið við einum limi meira enn hitt kyni?
440
Holberg nevnir tríggjar orsøkir til at kvinnur ikki vóru eins fullkønar, sum mannfólkini. Fyrsta orsøkin er, at kvinnur eru skaptar spinklari enn menn. Kvinnurnar vóru eisini tær, ið bóru børn í heimin, og tað gjørdi at tær ikki vóru førar fyri at arbeiða í nakrar víkur í árinum. Haraftrat høvdu kvinnur størri lyndi til at verða óttafullar. Hesar orsøkirnar mótprógvar Holberg við at brúka á argumentir við einum speiskum tóna. T.d. sigur hann at kvinnur hava ein spinklan kropsbygna, soleiðis at tær eru betri til arbeiði, har ein bara skal brúka heilan. Harvið kunnu menninir gera tað harða fysiska arbeiði.
441
Hann leggur aftrat, at sjálvt um summar kvinnur ikki eru arbeiðsførar uml. 6 vikur um árið, so eru tað fleiri menn, ið hvørki eru arbeiðsførir ella dugnaligir nakrantíð í árinum. Tískil er tað nógv betur at verða ein kvinna, ið ikki kann arbeiða 6 vikur um árið enn eitt mannfólk, sum aldrin kann arbeiða.Við atliti til skynsemi og øðrum veikleikum hjá konufólki, sigur Holberg, at tað kemst av uppalingini hjá teimum. Kvinnur blíva uppalarar til at verða kvinnur, men um tær blivu uppalarar til at taka ábyrgd og tílíkt, so høvdu tær sæð líka út sum mannfólkini.
442
Holberg endar sína ritgerð við at tryggja lesaran um, at hann ikki heldur, at konufólk skulu hava nýggj rættindi, tí tær eru føddar við teimum rættindi, sum tær hava. Hann royndir bara at mótprógva nøkur av teimum argumentunum, sum finnast ímóti konufólki í tátíðans samfelag.
443
Holberg fer kritisk ígjøgnum rættindini hjá kvinnum, har hann við satiru vísur á, hvussu veikum grundarlagi argumentaionin uppá samfelagsbygnaðin og støðuna hjá kvinnum var í samfelagnum.
444
Upplýsingartíð var eitt tíðarskeið, sum broytti hugsjónina um konufólk. Høvuðsfólkini innan upplýsingartíðina, t.d. heimspekingar, skald o.s.v, hildu at konufólk høvdu eins góðan kunnleika og førleikar sum mannfólk. Tað var hildið at tann konservativa og siðbundna uppalingin og mangul á útbúgving, sum hevði avmarkað menningina hjá kvinnu, og tað var eisini hildið at verða ein forðing hjá teimum í mun til mannfólk. Hugsjónin um at kvinnur skulu hava rætt til útbúgving spjaðist í samfelagnum, men tað gongur seint fyri seg, og lesi - og skrivuførleikar ímillum kvinnur síggjast bert í teimum høgu stættunum í samfelagnum.
445
Í upplýsingartíðini kjakaðust heimsspekinginar, rithøvundar og vísindafólk m.a. um náttúruna, bygnaðin í samfelagnum og menniskjans lyndi. Hesi fólkini hugsaðu um hvørt einstaka menniskja uttan atlit til yrki ella borgaraskap. Sum áður nevnt var tað sett spurnartekin við samfelagsbygnaðin. T.d. var nógv rumpul um, hví prestarnir og aðalin skuldu hava so nógv vald, og harvið komu eisini nýskapandi og nýmótans hugburðir til sjóndar í samfelagnum. Teir nýskapandi hugburðirnir síggja vit t.d. aftur í tí fronsku kollveltingini.
446
Í sínari ritgerð umrøður Holberg eitt evni, sum tann dag í dag enn finst í dagsins samfelag. Kvinnur hava fingið meira og meira rættindi gjøgnum tíðina, men tær eru enn ikki púra javnsettar við menn. Munurin á kynunum er kanska ei heldur so lættur at leggja merkið til í dagsins samfelag, tí hann ikki er líka stórur sum hann var fyrr í tíðini. T.d. eru tað enn kvinnur, ið ikki fáa eins nógva løn fyri at fremja sama arbeiði, sum ein maður ger. Eisini eru tey flestu fólkini sum sita á stjórasessum mannfólk. Um vit taka aftur í tað sum Holberg nevnir um, at kvinnur føða børnini, og tískil eru minni dugnaligar enn mann, so er tað kanska okkurt um tað. Men tað er tí at fleiri kvinnur velja at arbeiða minni og verða meira saman við familjuni.
447
Í Føroyum hevur kjak verið um man skuldi sett kvotur á, hvussu nógv mannfólk og konufólk kunnu verða á tingi. T.v.s. at kynsbýti skal avgerast við lóg, soleiðis at tað verða eins stórir partur av konufólk og mannfólki, ið avgera, hvussu okkara land skal stýrast. Grundin til hetta er, at so verður javnstøða millum kynini. Hví tað er so týdningarmikið, at tað júst eru eins nógv mannfólk sum konufólk, kann tykjast at verða løgi ella skemtiligt fyri summi fólk. Um ein sær hesa støðuna frá einum sjónarhorni við frælsinum hjá tí einstaka fyri eyga, so kann ein spyrja seg sjálvum, hví tað ikki er líkamikið um tað er eitt konufólk í meiriluta á tingið. Ein kona burði jú verði líka góð, sum eitt mannfólk ella kanska betur á tingið. Hinvegin kann ein maður eisini verða líka klókur og kanska betri at taka avgerðir til ávísar støður. Fer javnstøðan í hesari støðuni at betra um karmarnar í samfelagnum ella er tað "bert" fyri at njóta ágóðan av, at, vit í hesum framkomna landinum, hava møguleikan at miða eftir javnstøðu og føla at hon uppá onkran máta skal "kroystast" innum allar durakarmar í samfelagnum?
448
Men hvar kemur hesin samfelagsbygnaðurin frá? Frá byrjunar tíð hevur maðurin verið tann, ið hevur skaffa føði til familjuna, meðan konan var heima við hús og ansaði børnunum. Lívfrøðiliga eru menn eru sterkari enn kvinnur, so kanska nornirnar í samfelagnum eru nátturskaptir. Fyrr var tað eisini neyðugt við sterkum vøddum, t.d. fyri at klára at veiða djór o.s.v. Men í dag er nógv broytt, ein verður ikki mettur út frá sinum vøddum ella kropsbygnaði, men heldur útfrá hvørjum eginleikar ein hevur. Í dag snýr tað seg um at fáa góðar karekterir í skúlanum, so tú kanst koma inná ein annan skúla at lesa víðari. Tískil er tað ikki neyðugt við stórum vøddum, og tað er heldur ikki neyðugt, at kvinnur ganga heima og ansa børnum, men tær gera tað allíkavæl. Kvinnur og menn hava sínar egnu rollur í samfelagnum, uttan at tær eru alneyðugar. Tískil kann man kjakast um, um samfelagsstrukturin í dag er menniskjaskaptur, tá ið hvør einstaklingur fellur inní sína rollu uttan at tað er neyðugt fyri at yvirliva.
449
Samanumtikið kunnu vit siga, at kvinnurættindi og javnstøðan eru blivin nógv betur enn í upplýsingartíðini, tá ið Holberg livdi. Nú eru mestsum allar kvinnur úti á arbeiðsmarknaðinum, og summar kvinnur sita eisini á stjórasessum, bæði privatum fyritøkum og í tí almenna. Men um vit nakrantíð fáa púrasta javnrættindi í samfelagnum ivist eg eitt sindur í, tí at tað er ringt at bróta frá teimum normum, ið vit hava liva so leingi við.
450
'Drongurin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum' er eitt ævintýr, ið er givið útt í bókini 15 føroysk ævintýr - Einaferð var tað. av Bókadeild Føroya Lærarafelags í Útgávan av ævintýrinum í hesi bókini er endirsøgd í lættari málbúna av Lydiu Didriksen.
451
Av tí at ævintýrið er sagt frá munni til munn, er óvist hvør er handan søguna.
452
Ævintýrið snýr seg í stuttum um ein son hjá einum fátækum manni. Drongurin er klókur, og fær arbeiði hjá konginum. Konginum dámar væl dreingin, og av tí sama verða nakrir høgir harrar øvundsjúkir, og ynskja hann deyðan. Teir royna ferð eftir ferð at koma honum til lívs, men at enda fær hann bjargað kongsdóttrini, ið er dóttir kongsins, frá einum sjótrølli, og tey liva lukkuligt saman inntil deyða teirra.
453
Tað sæst væl, at hesin teksturin er eitt ævintýr av tí, at innihaldið í søgugongdini er øgiliga vanligt fyri eitt ævintýr. Tann, ið ævintýrið snýr seg um, er fátækur og hevur onkran serstakan eginleika, sum at hann er klókur. Tað er ein kongur, ið hevur eina dóttir, ið er tikin til fanga av einum sjótrølli. Hetta eru øll ting, ið eru vanlig at síggja í ævintýrum, tey snúgva seg aloftast um onkran, ið ikki hoyrir til yvirklassan, men ið verður ein hetja við til dømis at bjarga einari kongsdóttir og harvið fær hetjan kongaríkið og livir lukkuligt til deyða sín.
454
Eisini er ein annar eginleiki í ævintýrinum, ið er eitt serstakt eyðkenni fyri ævintýr, og tað er talið trý. Drongurin í ævintýrinum fer til tríggjar menn í einum húsi í skóginum hvørjuferð hansara lív er í vanda vegna høgu harrarnar, og tann triði gevur honum altíð ráð, ið bjarga lívi hansara. Eisini verður talið trý nevnt, tá ið hann skal bjarga prinsessuni frá sjótrøllinum. Aftur er tað tann triði maðurin, ið gevur honum ráð, og hesuferð sigur hann honum, at tá ið hann fer á havsins botn, har trøllið goymir kongsdóttrina, fer hann at síggja tríggjar gøtu, og hann skal fara eftir miðgøtuni. Eftir hetta fer hann at síggja trý torn, og í miðtorninum skal hann finna kongsdóttrina.
455
Tá ið drongurin finnur miðtornið og kongsdóttrina sigur hon honum, at hann má drepa trøllið, ið svevur, við einum serligum svørði, ið trøllið eigur, men drongurin megnar ikki at lyfta tað. Tá gevur kongsdóttirin honum vætu úr einari krukku, ið gevur honum megi, og tá ið hann hevur drukkið hesa vætuna tríggjar ferðir hevur hann nóg nógva styrki at lyfta svørðið og drepa trøllið.
456
Eitt annað ævintýreyðkenni sæst eisini í bygnaðinum av ævintýrinum, ið er heima - úti - nýtt heim. Drongurin er heima hjá pápa sínum í byrjanini, má út at finna arbeiði, og má gjøgnum fleiri lívshóttandi avbjóðingar, og fær so eitt nýtt heim, nevniliga kongaríkið.
457
Sostatt er eingin ivi í, at hetta er eitt klassiskt ævintýr, tá ið vit síggja næstan allar teir eginleikarnar, ið vanliga eyðkenna ævintýr.
458
Ævintýrið er skrivað í triðja persóni og frásøgufólkið hevur ongan leiklut í søgugongdini, men er alvitandi. Hetta sæst av tí, at frásøgufólkið veit hvørjar tankar og kenslur drongurin hevur. Tað verður fleiri ferðir sagt frá, hvat drongurin hugsar og følir, sum til dømis tá ið hann fer út í skógin til teir tríggjar mennirnar er hann næstan altíð bangin, keddur, hjálparsleysur ella ólukkuligur, og tá ið hann er á veg heim aftur á slottið er hann fegin og jaligur.
459
Søgugongdin fer fram uttanfyri vanligt stað. Vit fáa ongantíð at vita nakað staðarnavn ella annað um umhvørvið og staðið, og av tí, at gandakendar hendingar fara fram sæst, at søgan fer fram í einum øðrum heimi. Heldur ikki er søgan tengd at nøkrum ávísum tíðarskeiði, men er tíðarleys.
460
Í ævintýrinum eru nógvar myndir. Til dømis er skógurin ein mynd fyri styrki og vísdóm. Hvørjuferð drongurin er ivasamur, bangin ella følir seg hjálparsleysan fer hann inn í skógin. Í skóginum finnur hann vónina, ið er ljósið í húsinum hjá teimum trimum monnunum, og teir geva honum ráð og vísdóm. Sostatt er hann altíð sterkari og klókari, tá ið hann kemur út úr skóginum. Eisini verða skógir ofta brúktir sum myndamál fyri eitt friðskjól, har tú kanst goyma teg, um tú hevur brúk fyri hjálp ella tílíkum, júst sum drongurin ger, tí at hann verður hóttur uppá lívið.
461
Tað eru eisini fleiri átrúnaðarligar myndir, sum til dømis vakri fuglurin, ið drongurin skal finna. Fuglar verða ofta nýttir sum ein mynd uppá frælsi og broyting. Í hesum føri kann fuglurin vera ein mynd uppá royndirnar, ið drongurin hevur fyri framman. Fjøðurin er ein ávaring, men Gud hjálpir dreinginum at koma burturúr knípuni, ið hann er í. Drongurin berur fram eina bøn til Gud um, at hann skal senda allar himmalsins fuglar at pikka dýrið, ið drongurin hevur skotið, og soleiðis verður tann vakri fuglurin sendur dreinginum. Eisini verður nevnt, at kongurin gongur í kirkju, og at drongur skal finna og grava upp sjey ertrar áðrenn kongurin er liðugur í kirkjuni. Tað, at tað eru sjey ertrar hevur eisini nakað við átrúnað at gera, tí at sjey verður ofta nevnt talið av fullfíggjan og fullkomleika í einum bíbilskum samanhangi, og tískil verður tað sæð sum eitt heilagt tal. Við teimum átrúnaðarligu myndunum kann mann hugsa sær til, at drongurin verður royndur av Gudi. Hann byrjar við ongum, hann er fátækur og hevur ikki arbeiði. Skjótt fær hann arbeiði hjá konginum, og er væl dámdur. Av tí sama fær hann fíggindar, ið ynskja hann deyðan, og teir royna fýra ferðir at fáa hann avrættaðan. Í skógini finnur hann ljósið, og hann fær tríggjar andaligar vegleiðarar, ið siga, at hann skal biðja til Gud um hjálp, og soleiðis verður hann fleiri ferðir bjargaður. Hesir tríggir mennirnir kunnu virka sum sendiboð Guds, ið skulu vegleiða dreingin á røttu leið. Teir vita ov nógv til at vera tilvildarligir persónar, tí teir vita akkurát hvussu drongurin skal koma til sjótrøllið. Teir hjálpa honum á rætta leið tá ið hann er í vónloysi, og hann endar við at giftast við kongsdóttrini og at eiga kongaríkið.
462
Høvuðspersónurin í ævintýrinum er fátæki drongurin. Hann er ungur og dámligur, hetta sæst av tí, at konginum dámar hann so væl. Hann er klókur, men veit tó ikki hvat hann skal gera, tá ið hann millum annað verður biðin um at finna sjáldsama fuglin. Drongurin byrjar við næstan ongum, og endar við at vera kongur. Drongurin byrjar sostatt við at vera tann klassiska antihetjan í einum ævintýri, men gjøgnum menning sína verður hann hetjan at enda.
463
Aðrir persónar í ævintýrinum eru kongurin, høgu harrarnir, kongsdóttirin og teir tríggir mennirnir. Kongurin er bláoygdur, tí hóast honum dámar væl drongin sigur hann, at hann skal avrættast, um hann ikki megnar at finna fuglarnar, ertrarnar og dóttrina. Hann stólar blint uppá høgu harrarnar, og lurtar als ikki eftir dronginum, tá ið hann roynir at greiða frá støðuni.
464
Teir tríggir mennirnir eru hjálpsamir, vísir og hava samkenslu. Teir taka synd í dronginum og vilja hjálpa honum, og bjarga sostatt lívi hansara fleiri ferðir. Teir eru ikki vanligir persónar, tí teir vita ting, ið onnur ikki vita.
465
Teir høgu harrarnir eru snobbutir og vilja vera teir, ið konginum dámar best. Av hesi orsøk gerast teir sera øvundsjúkir tá ið konginum dámar drongin, ið er fátækur og ungur, betur enn teir. Teir eru mótstøðufólkini í ævintýrinum, og royna beinleiðis at fáa drongin dripnan við at lúgva um hann ferð eftir ferð, men at enda eru tað teir, ið verða dripnir.
466
Kongsdóttirin er vøkur og djørv. Hon greiðir dronginum frá, hvussu tey skulu sleppa frá sjótrøllinum, og hvussu hann kann fáa megi at lyfta svørðið, og at enda verða hon og drongurin gift.
467
Her sæst, at kongurin er gevari. Hann gevur dronginum dóttir sína av tí, at hann bjargar henni. Sostatt er drongurin móttakari og kongsdóttirin objekt. Drongurin er eisini subjekt, tað vil siga tann, ið tað snýr seg um. Teir tríggir mennirnir eru hjálparir, tí teir hjálpa og bjarga honum fleiri ferðir gjøgnum ævintýrið. Høgu harrarnir eru mótstøðan hjá dronginum, tí at teir royna at fáa hann dripnan ferð eftir ferð vegna øvundsjúku.
468
Høvuðstemað í ævintýrinum er øvundsjúka og tað, ið hon førir við sær. Um høgu harrarnir ikki vóru øvundsjúkir inn á drongin, hevði einki ringt hent honum, og hann hevði ikki verið gjøgnum tær royndirnar, ið hann fer gjøgnum í ævintýrinum. Eitt annað tema er átrúnaður, av tí at Gud hjálpir dreinginum við at senda allar fuglarnar úr himlinum og tí at kirkjan og bøn spæla ein leiklut í ævintýrinum. Eisini sæst eitt tema, ið er vanligt í ævintýrum, og tað er mótsetningurin ónt móti góðum. Í hesum ævintýrinum er drongurin og teir tríggir mennirnir tað góða, meðan teir høgu harrarnir og sjótrøllið eru tað ónda.
469
Ævintýrið kann samanberast við nógv onnur ævintýr, av tí at tað inniheldur nógv klassisk ævintýraeyðkenni. Ertrarnar, ið drongurin skal grava upp kunnu til dømis setast í samband við 'Prinsessan á ertrini', ið snýr seg um eina kongsdóttir, ið fær ilt í ryggin av tí, at ein ertur er undir teimum 20 madrassunum, ið hon liggur á, og soleiðis verður prógvað, at hon er ein son prinsessa. Eisini hoyra vit um gandakendar ertrar í søguni um Jack og ertrastelkin, har Jack, ið er ein fátækur drongur, ið býr við mammu síni, fær eina gandaertur ið hann plantar, og hon veksur seg til ein stóran ertrastelk, ið førir hann til ein annan heim.
470
Ævintýrið om drongin kann eisini samanberast við ævintýrið 'Trøllið hjá Pápaleysa', ið eisini snýr seg um ein ungan drong, ið er fátækur og ongan góðan hevur. Hann býr hjá tveimum beiggjum, ið ikki halda nógv um hann. Í hesum ævintýrinum kemur eitt trøll tvær ferðir og bankar uppá hurðina, meðan bert ein av beiggjunum eru heima, og spyr um mat. Tá ið tað hevur etið bukar tað beiggjarnar, men triðja dagin vil Pápaleysi vera heima eftir, og vita um hann klárar at vera mótstøðumaður trøllsins. Tað endar við, at hann megnar at buka trøllið, so tað fer bløðandi avstað. Hann og beiggjarnir fara aftaná tí, og finna eina holu. Beiggjarnir tora ikki at fara niður í hana, men Pápaleysi er djarvur, og fer niður í, og finnur eina kongsdóttir og eina kistu av gulli. Fyrst svíkja beiggjarnir hann, og fara avstað við kistuni og kongsdóttrini, men hann fær hjálp frá trøllinum, og endar við at giftast við kongsdóttrini og at gerast kongur. Her eru nógvir eginleikar, ið líkjast nógv ævintýrinum um drongin, ið bjargar kongsdóttrini frá sjótrøllinum. Í báðum søgum er kongsdóttirin tikin av einum trølli, tann fátæki drongurin, ið er antihetjan í fyrstuni, er tann, ið bjargar henni og gerst kongur, og talið trý sæst eisini í báðum ævintýrum.
471
Høvuðsboðskapurin í ævintýrinum er uttan iva, at øvundsjúka førir bara til ilt. Teir høgu harrarnir vóru væl fyri, men kláraðu ikki tað, at konginum dámdi betur fátæka dreingin enn teir, og royndu tí at fáa hann dripnan við at lúgva um hann ferð eftir ferð. Hetta elvdi at enda einans til teirra pínslu og deyða. Hetta vísir lesaranum, at einki gott kemur burturúr øvundsjúku, og at mann skal vera glaður fyri tað, ið mann hevur.
472
Sera týdningarmikið er at verða glaður fyri tað, ið ein hevur, og aldri skalt tú øvunda næsta tínum. Einki menniskja er fullkomið og øll hava syndað. Vit hava ofta sera lætt við at øvunda familju og vinum og spyrja, hví vit ikki hava hettar og hattar. Í ævintýrinum um drongin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum, øvunda nakrir harrar hjá einum kongi ein drong, ið nærum einki eigur. Ævintýrið er skaldskapur av mannamunni, men Lydia Didriksen hevur síðani endursagt tað í lættari málbúna. Ævintýrið er úr 15 Føroysk ævintýr - einaferð var tað.
473
Í stuttum snýr ævintýrið seg um ein fátækan mann, ið átti ein so gløggan son. Fátæki maðurin hevði ikki nokk av peningi, til at breyðføða familjuni, og tí mátti gløggi sonurin út at fáa sær eitt arbeiði, og tað fekk hann hjá konginum. Skjótt blivu teir høgu harrarnir hjá konginum øvundsjúkir inn á drongin og vildu honum til lívs. Teir lúgva fýra ferðir fyri konginum um, at drongurin kann megna ógjørligar uppgávur, fyri at hann skal doyggja, men hvørja ferð megnar drongurin tað við ráðum frá trimum monnum úr skóginum. Í síðstu uppgávuni finnur drongurin prinsessuna og fær alt ríkið og prinsessuna.
474
Hettar er eitt gandaævintýr. Tað ið eyðkennir gandaævintýrið er t.d. tað, at øll gongdin er skipað rundanum høvuðspersónin, høvuðspersónurin hevur serligar eginleikar, og høvuðspersónurin skal á eina menningarferð, har hann skal vinna ella niðurbróta tað ónda. Í hesum ævintýri, er talan um ein drong, ið er serliga gløggur. Hann má út í ta víðu verð, av tí at tað ikki er nokk av mati heima, og her byrjar menningin hjá dronginum. Síðani verður drongurin sendur á ógjørligar uppgávur, men megnar tó at klára allar, og at enda fær hann prinsessuna og ríkið frá konginum. Tað merkir, at øll gongdin í ævintýrinum er skipað rundanum drongin. Hann mennist frá einum fátækum drongi til ein mann við konu og nógvum børnum, og einum stórum ríkidømi. Eitt annað eyðkenni fyri gandaævintýrið er tað, at onkur er, ið roynir at forða hetjuni í at náa ætlanini, og í hesum førinum eru tað teir høgu harrarnir hjá konginum.
475
Gongdin í søguni er, heima - úti - nýtt heim, og hettar er eyðkent fyri ævintýr. Drongurin er hjá konginum, men noyðist út í skógin fyri at loysa uppgávur, eina fyri og aðra eftir og hann kann ikki koma heim, fyrr enn hann hevur megnað uppgávuna, tí so skal hann doyggja. Til síðst vinnur hann á tí ónda, og fær tí prinsessuna og alt ríkið frá konginum. Tá er hann heima í nýggja heiminum. Hettar er eisini eitt, ið serliga eyðkennir gandaævintýrið. Fara vit longur inn í bygnaðin er aktantfrymilin væleydnaður til greinan av bygnaðinum. Eisini í hesum ævintýrinum hava vit eitt objekt, eitt subjekt, mótstandara, hjálpara, gevara og móttakara. Objektið er prinsessan, ið subjektið, ið er drongurin, skal royna at fáa fatur á. Síðani hava vit mótstøðumenninar, ið eru teir høgu harrarnir hjá kongi. Teir øvunda dronginum og vilja honum til lívs, men drongurin fær tá hjálp frá trimum monnum í skóginum. Gevarin er kongurin. Hann gevur dronginum prinsessuna og ríkið, og tað ger eisini drongin til móttakaran. Aftur her er hettar eitt sermerkt eyðkenni fyri gandaævintýrið, at subjektið vinnur eitt objekt.
476
Subjektið, ella høvuðspersónurin er ein drongur, vit fáa einki navn at vita, men hann er sera gløggur. Í byrjanini av ævintýrinum býr drongurin heima, men pápin var ikki førur fyri at geva honum nokk av føði, og tí mátti hann út at finna sítt egna arbeiði. Hann slapp at arbeiða hjá konginum, og kongurin sær skjótt, hvussu klókur hesin drongurin er, og tað gerast teir høgu harrarnir øvundsjúkir um. Teir siga ymiskt við kongin um, hvat drongurin sigur seg kunna, og hettar hevur við sær, at drongurin má út at klára ymiskar ógjørligar uppgávur. Drongurin megnar hvørja ferð at útinna uppgávurnar, og hettar vísir, at drongurin mennist ígjøgnum ævintýrið. Í endanum fær drongurin prinsessuna og ríkið hjá konginum, av tí at hann megnaði at bjarga prinsessuni. Í byrjanini er drongurin ein "antihetja", men í endanum verður hann hetjan.
477
Eitt myndamál í ævintýrinum er skógurin og húsið, ið drongurin finnur. Drongurin verður sendur út at finna ein fugl, ið eigur eina fjøður. Hann veit sær eingin ráð og fer tí út í skógin at leita. Sum vit vita, er ein skógur sera stórur, og vanliga er alt eins, alla staðni eru bert trø, gras og tílíkt, men til alla lukku megnar drongurin at finna eitt hús inni í skóginum. Skógurin kann vera ein mynd uppá lívið hjá dronginum. Hann má út í skógin fyri at finna seg sjálvan ella finna út av, hvør hann skal verða. Tá hann so finnur tað lítla húsið í tí stóra skóginum, er tað myndin uppá, at hann hevur funnið út av, hvat hann skal. Eisini brennir eitt ljós inni í húsinum, og tað er ofta eitt tekin uppá lív og vón. Fyrsta uppgávan, ið drongurin skal klára, er at finna ein fugl og næsta uppgávan er at finna makan hjá júst tí fuglinum. Hesir fuglarnir kunnu eisini lýsa framtíðina hjá dronginum. Hann fer út í skógin og finnur vónina, tá hann finnur húsið, og eftir tað finnur hann fuglin, ið kann ímynda hann sjálvan. Síðani skal hann út at finna makan hjá fuglinum, ið kann ímynda at vera makin hjá honum. Í endanum á ævintýrinum finnur drongurin prinsessuna(makan), og hann hevur eisini funnið seg sjálvan. Hann var fátækur, men endaði við at eiga alt ríkið hjá konginum, tá hann doyði. Høgu harrarnir kunnu ímynda fólkið.
478
Tað kann skjótt sigast at hettar er eitt ævintýr, tí at sera nógv ævintýraeyðkennir eru at síggja allan vegin ígjøgnum. Tað fyrsta eru støðini, hendingarnar fara fram í. Aloftast fyrigongur ævintýrið seg á einum kongsgarði, í einum skógi og hjá einum yvirnatúrligum skapningi, og tað eru eisini støðini, vit síggja í hesum ævintýri. Aloftast eru tølini sjey og trý at síggja, og tað eru tey eisini í hesum ævintýri. Í húsinum í skóginum møtir drongurin trimum monnum, hann kemur fram við trimum gøtum og trimum tornum, og ikki fyrr hann hevur drukkið tríggjar ferðir úr krukkuni, megnar hann at drepa trøllið. Í kirkjugarðinum skulu sjey ertnatunnur verða sáddar. Høvuðspersónurin skal altíð gera ymsar ógjørligar uppgávur, men megnar tað altíð við eitt sindur av hjálp, og soleiðis er eisini í hesum førinum. Í endanum á ævintýrinum, gerst antihetjan, drongurin, ein hetja. Drongurin bjargar prinsessuni og livir lukkuliga alla ævi sína. Hettar er eisini serkent í ævintýrum.
479
Hettar ævintýrið kann samanberast við ævintýrið, ið eitur "Trødlið hjá Pápaleysa". Trødlið hjá Pápaleysa snýr seg um tveir dreingi, ið taka til sín ein drong, ið eingi foreldur hevur, ið verður nevndur Pápaleysi. Stutt snýr ævintýrið seg um eitt trøll, ið kemur og etur allan matin, teir eldru brøðurnir royna hvør sær at sita eftir heima og ansa eftir húsinum, men báðar ferðir klárar trøllið at koma inn og eta matin hjá teimum. Triðju ferð vil Pápaleysi verða eftir heima og hann megnar at styggja trøllið burtur. Síðani vilja brøðurnir vita, um trøllið eigur nakran ríkdóm, og tí fara teir at leita í holuni hjá trøllinum. Har finnur drongurin eina prinsessu og eina kistu fulla av gulli. Pápaleysi bindur kistuna og prinsessuna í eitt band, so at tey verða tikin upp úr holuni, men teir koyra ikki bandið oman aftur til Pápaleysa. Trøllið hjálpir Pápaleysa upp aftur, og tá hann kemur til kongsgarðin, fær hann prinsessuna og kistuna aftur, og tá kongurin doyði, gjørdist hann kongur. Sera nógv ævintýraeyðkennir eru tey somu í hesum ævintýri sum í ævintýrinum um drongin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum. T.d. kemur trý talið eisini fyri fleiri ferðir, drongurin vinnur á trøllinum áðrenn hann fær kongsdóttrina, og tað eru nakrir persónar, ið áttu at verið honum nær, ið svíkja hann. Tá Pápaleysi hevur verið í holuni, og brøðurnir hava fingið peningin og kongsdóttrina, vilja teir ikki hjálpa Pápaleysa upp aftur, og tað er júst sum hjá gløgga dronginum, ið stríðist ímóti teimum høgu harrunum.
480
Temaði í ævintýrinum er tað, at tað góða aloftast vinnur á tí ringa. Tað hevur ikki so nógv at siga, hvør tú ert, um tú ert fátækur ella ríkur, um tit eru ein ella fleiri. Tey fátæku enda aloftast við, at vinna kærleika og lukku, og oftani fáa tey ríku ikki so mikið sum kærleika, av tí at tey elska peningin so nógv. Ein kann ikki keypa kærleika fyri pening. Um tú stendur sjálvur ímóti fleiri, hevur tað ei heldur nakað at siga, tí í síðsta enda vinnur tann einstaki aloftast.
481
Hettar ævintýrið vísir á, at tað ongantíð loysir seg at øvunda øðrum. Menniskja vil altíð øvunda næsta sínum, av tí at vit altíð vilja hava tað besta, og vit vilja vera betur enn onnur, men "grasið er ongantíð grønari hjá grannanum", altso í síðsta enda hava allar mínar ognir líka stóran týdning sum tínar ognir. Tað veldst um at síggja alt við positivum eygum. Vit gloyma ofta at seta prís uppá tað ið vit eiga. Tú skalt verða glaður fyri tað, ið tú eigur, og seta prís á tað. Tá skal ogn tín gerast tann dýrabarasta.
482
Ævintýr er skaldskapur av manna munni, og tey vórðu borin víðari frá ætt til ætt. Í fyrstuni vóru ævintýr serliga at finna í lægra stættinum, har tey søgdu søgur fyri hvørjum øðrum, ímeðan tey arbeiddu inni. Tí finnast ævintýrini oftast eisini at teimum úr hægra stættinum, ið verða lýst sum órættvís, óklók og sum snýtarar. Ævintýr vórðu ikki skrivaði niður fyrr enn seinni, tá eitt nú Jakob Jakobsen ferðaðist runt og skrivaðu tey niður. Tí eru tey ivaleyst broytt eitt sindur, serliga tí frásøgufólkið ofta hevði lyndi til at gera ævintýrið til sítt egna fyri at gera tað áhugavert og fyri at hugkveikja. Tí vita vit heldur ikki, hvør upprunaliga hevur sagt frá ævintýrunum. Ævintýr eru ein týdningarmikil partur av søguni og siga okkum um hugburðin hjá teimum ymisku fólkunum í bóndasamfelagnum.
483
Ævintýrið "Drongurin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum" er úr "Føroysk Ævintýr" og er endurskrivað av Lydiu Didriksen. Málburðurin er broyttur, soleiðis at hann ikki er so torskildur. Høvuðspersónurin er ein drongur, ið kemur úr trongum livikorum. Pápin er fátækur, men drongurin hevur tann fyrimunin, at hann er sera klókur. Tí fær hann eisini ognað sær eitt starv hjá konginum og klárar at vinna álitið hjá honum. Hansara klókskapur hjálpir honum á summum økjum, men orsakað av, at hann er sera heppin, sleppur hann eisini undan mongum trupulleikum. Hann møtir trimum monnum, ið hjálpa honum og geva honum góð ráð.
484
Hetta ævintýrið hevur tann sera vanliga bygnaðin; heima, úti, heima. Drongurin býr fyrst heima hjá pápa sínum, ið ikki hevur ráð til at breyðføða sonin. Tí sendir hann drongin út at finna sær eitt arbeiði. Drongurin leitar og kemur so fram á kongsslottið. Her er hann úti og skal royna seg. Hann skal klára tríggjar royndir, og síðani eina stóra, áðrenn hann finnur sær eitt nýtt og betri heim. Drongurin, ella subjektið, vinnur objektið, ið er kongadóttirin og slottið. Hjálparar eru teir tríggir menninir, ið búgva í skóginum. Teir hjálpa dronginum, tá mótstøðumenninir, teir ríku harrarnir, hava fingið drongin í trupulleikar. Tó er hansara egna dirvi og klókskapur eisini ein hjálp. Kongurin er so gevarin, ið lønir dronginum fyri sítt stríð. Tí er drongurin eisini móttakari. Hetta verður eisini kallað aktantfrymilin, ið sær soleiðis út:
485
Ævintýrið kemur undir bólkin gandaævintýr. Hetta síggja vit, tá drongurin fer úr fátækum heimi og klárar seg við at nýta klókskap og dirvi. Hann fer ígjøgnum eina menning, sum hann verður sendur út í heimin og skal klára ymiskar royndir við hjálp frá øðrum. Drongurin er miðdepil í søguni, og at enda ognar hann sær eydnuna. Tær følsku hetjurnar í ævintýrinum eru teir ríku harrarnir, ið øvunda dronginum og vilja honum til lívs. Vit lesa eisini um eitt yvirnatúrligt sjótrøll, ið eisini er við til at seta ævintýrið í henda bólkin. Temu í ævintýrinum eru eydna, búning, lívsroyndir og vónir. Drongurin leitar eftir eydnuna, sum hann fer frá sínum vanliga heimi. Hann hevur vónir um eina betri framtíð, og fær samstundis nýggjar lívsroyndir. Sum hann skal standa á egnum beinum, búnast hann eisini og gerst vaksin.
486
Nógv ævintýraeyðkenni síggjast í hesum ævintýrinum. Høvuðspersónurin kemur úr einum fátækum heimi og skal út í heimin at klára seg. Hann endar so í kongshúsinum og skal arbeiða fyri kongin. Drongurin er álítandi, klókur og hevnir seg ikki. Hann hevur bert góðar eginleikar, og við hepni klárar hann seg. Eingin tíð ella nøvn eru í ævintýrinum, og vit hoyra bert um fáar persónar, og hesir verða lýstir útfrá typum. Ein kongur, kongsdóttir og eitt trøll eru eisini við, og sum í so mongum ævintýrum verður høvuðspersónurin eisini royndur fleiri ferðir. Hann fær hjálp frá trimum monnum, ið geva honum ráð, so hann kann klára royndirnar, ið teir ríku harrarnir seta fyri honum. Teir ríku harrarnir eru sjálvsøknir, snýta og øvunda. Teir hava bert ringar eginleikar og eru eisini mótsetningar til drongin. Talið trý kemur eisini fyri, tá drongurin verður royndur. Hann skal ígjøgnum tríggjar royndir, áðrenn hann skal út at bjarga kongsdóttrini, og hann fær hjálp frá trimum monnum úr skóginum. Hann skal ikki ígjøgnum eina vanliga roynd, men eina sera vandamikla roynd ímóti einum sjótrølli. Ævintýrið endar eisini sum ævintýr vanliga gera. Teir høgu og óndu harrarnir verða revsaðir, ímeðan drongurin fær kongsdóttrina og arvar ríkið eftir kongin. Hann fær nógv børn og livir eydnusamt.
487
Vit síggja nógv myndamál í ævintýrinum. Spurningurin er so, um skógurin, høgu harrarnir og teir tríggir menninir eru veruligir persónar, ella ímynda nakað sálarligt. Vert er at nevna psykoanalysuna, ið Freud arbeiddi við. Hann helt, at ævintýr kundu vísa á nakað áhugavert í sinninum á menniskjum. Teir høgu harrarnir kunnu vera tankar, ið royna at niðurbróta og leggja forðingar. Teir taka tað vakra, fuglafjøðurin, og gera tað til nakað ringt. Skógurin kann tí vera sinnið hjá dronginum, og í har koma eisini góð hugskot. Har fær hann ráð til at klára royndirnar, ið kongurin setur. Kongurin kann so vera ein arbeiðsgevari ella bert krøv, ið verða sett til drongin. Vit síggja tráanina eftir tí materiella og at gerast høgur í metum. Hetta sæst serliga í endanum á ævintýrinum. Kongadóttirin kann vera ein verulig kvinna, ið hann vinnur sær. Hon kann eisini vera lønin fyri hansara stríð, klókskap og eydnu, og kundi eisini væl verið ein kvinna, ið drongurin sær sum hægri enn allar hinar. Ferðin til at fáa hana er torfør, og hann skal vinna á einum sjótrølli, ið hevur fangað hana áðrenn. Sjótrøllið kann vera ein annar maður, men verður lýstur sum eitt sjótrøll, tí hann er ein, ið drongurin sær sum vandamiklan og sum mótstøðu. Hinar royndirnar kunnu vera ymiskar aðrar royndir, ið drongurin skal ígjøgnum. Tað kunnu vera bæði sálarligar ella aðrar lívsroyndir. Tí er eisini lættari at seta ævintýrið í samband við eins egna lív.
488
Tað ber eisini til at tulka ævintýrið á tann hátt, at teir høgu harrarnir eru veruligir persónar, ið øvunda dronginum, tí hann klárar seg væl. Tí vilja teir oyðileggja hansara samband við kongin, ið kann vera ein arbeiðsgevari ella valdspersónur. Skógurin kann vera tað dulda, og har fáa teir høgu harrarnir hugskotið at snýta. Tað er eisini her, at drongurin fær hjálp frá teimum trimum monnunum, ið geva honum góð ráð, uttan at nakar veit av hesum. Fuglafjøðurin er so nakað vakurt, ið teir høgu harrarnir royna at umbroyta til nakað ljótt og ónt. Royndirnar eru so veruligar royndir, ið drongurin skal ígjøgnum fyri at búnast. Báðar tulkingarnar kunnu vísa á, at drongurin gerst vaksin. Fyrra tulkingin vísir á, hvussu tannárini kunnu tykjast sinnisliga ørkymlandi. Hann skal ígjøgnum eina menning við at verða royndur og klára royndirnar. Tá hann so hevur klárað hesar tríggjar búningar-royndirnar, skal hann vísa, at hann hevur dirvi at bjarga kongsdóttrini, um hann skal fáa hana sum konu. Seinna tulkingin vísir á uttara trupulleikar, ið koma tá ein gerst eldri og fær nýggjar uppgávur og avbjóðingar. Eisini her búnast hann og gerst til reiðar at vinna sær eydnuna í lívinum, ið sambært ævintýrinum er at giftast og fáa børn. Ríkidømið, ið hann fær, noyðist ikki at vera nógvur peningur. Tað kann eisini vísa á, hvussu dýrabart tað er at hava funnið ein maka og fingið børn - virðið í at stovna eina familju.
489
Teir høgu harrarnir royna at snýta drongin, men til fánýtis. Hetta vísir eisini á, at tað ikki lønir seg at vera óerligur, ið eisini er boðskapurin í ævintýrinum. Tað gekst teimum sera illa, tí teir øvundaðu og vóru ónøgdir við ikki at vera hægstir í metum hjá konginum. Tað verður lagdur dentur á, at tað lønar seg at vera rættvísur og klókur, men at tað eisini ber til at koma úr ringum korum og arbeiða seg uppeftir við eitt sindur av hepni. Hetta var óivað ynskihugsanin hjá arbeiðsfólkunum, tá tey søgdu frá hesum ævintýri. Tað vóru ikki serliga stór líkindi fyri, at nakar skuldi klára at fara úr sínum stætti og upp í ein hægri. Tað er ein vón í hesum ævintýri, og í byrjanini kundi tað tykjast sera svárt hjá dronginum. Pápin hevði ikki nokk av mati til at breyðføða sonin, og tí mátti hann út í tann vandamikla heimin. Drongurin fekk eitt starv, men var illa dámdur av summum og var royndur á ymsan hátt. Til tíðir gjørdist hann ráðaleysur og leitaði sær hjálp frá øðrum. Men tí hann var rættvísur, gekk tað hóast alt. Hetta er óivað ein sera bjartskygd og vónrík søga at hoyra, um ein er í torførum tíðum og livir undir trongum korum.
490
Menningin, ið høvuðspersónurin skal ígjøgnum, kann vísa á vanligu menningina, øll menniskju skulu ígjøgnum. Trupulleikarnir eru ikki serliga ítøkiligir og vísa á persónligar kreppur í lívinum ella stórar lívsbroytingar. Hetta lesa vit eitt nú, tá drongurin skal fara frá sínum vanliga heimi. Hetta er ein broyting, ið flestu skulu ígjøgnum fyrr ella seinni. Hon vísir, hvussu man verður royndur á ymsan hátt, tá man fer frá tí kenda, og hvussu man kann koma fram á bæði hjálpandi og óalítandi persónar. Sjótrøllið vísir eisini á, hvussu royndir kunnu tykjast ógjørligar, men um ein klárar tær, so er man umbroyttur og er komin fram á nakað betur enn áðrenn. Tað áhugaverda er, at nógv ævintýr minna um hvørt annað, eisini ævintýr úr ymiskum londum, tó við sínum serstøku eyðkennum.
491
Eitt ævintýr, ið minnir nógv um hetta, er "Trødlið hjá pápaleysa". Í báðum ævintýrunum er tann veruliga hetjan ein, ið eingin hevði væntað nakað av. Tað er tann fátæki drongurin og pápaleysi, ið eru veruligu hetjurnar. Teir koma báðir úr trongum korum, men hava dirvi, ið ger, at teir eru øðrvísi enn hinir. Báðir tora væl og verða næstan snýttir. Tá teir hava bjargað kongsdóttrini, vilja menninir ikki lova teimum upp aftur. Tað eydnast teimum tó, og teir fáa kongsdóttrina til konu og gerast kongar. Menninir, ið royndu at snýta, sluppu ikki órevsaðir.
492
Eisini í dag kunnu vit læra nakað av hesum ævintýri, tí eingin sleppur undan búningini, ið er neyðug og royndunum, ið fylgja við. Ævintýr kunnu ofta tykjast at vera til børn, men í fyrstuni vóru tey ætlaði øllum. Tey eru enn sera viðkomandi hjá vaksnum, hóast børn eisini dáma at hoyra tey. Fatanin verður ofta á hvør sínum støði, har børn síggja ævintýr sum eina hetjusøgu, ímeðan tey vaksnu síggja, hvussu øll verða roynd á onkran hátt, og hvussu ein kann búnast og læra av truplum umstøðum. Ævintýrini kunnu læra okkum meira um okkum menniskju sum heild, og eru tí enn sera áhugaverd.
493
Føroyar er eitt serstakt land á nógvar ymsar hættir. At brimbarda oyggjalandið er plaserað úti á atlantshavinum langt frá øðrum landi ger sítt til, at viðurskiftini o.a. verða øðrvísi hjá føroyingum. Ein tann mest umtalaði trupulleikin er ungdómurin, ið flytur niður fyri at nema sær útbúgving. Farið verður frá tryggu karmunum heima hjá familjuni til eitt fremmant stórbýarlív, har alskyns fólk tuska aftur og fram javnt og samt. Tá ið ein er útbúgvin verður ein møguliga verandi á flatlondum ella verður flogið heim aftur á klettarnar, har tilveran verður nýtt við teimum nærmastu. Í fólkaævintýrinum Drongurin, ið fekk kongsdóttrina aftur frá sjótrøllinum, er drongurin noyddur til at fara ígjøgnum eina tílíka menningarferð, ið kann vera ómetaliga torfør fyri tann einstaka - eins sum í veruleikanum. Ævintýrið er úr 15 Føroysk ævintýr - Einaferð var tað., ið varð givin út í Lydia Didriksen endursegði júst hetta fólkaævintýrið í lættari málbúna.
494
Til ber at býta gongdina í ævintýrinum sundur í tríggjar partar. Høvuðspersónurin byrjar við at vera heima hjá pápanum, men av tí at pápin ikki megnar at breyðføða honum, verður hann noyddur til at fara heimanífrá og klára seg sjálvan. Hann kemur til kongsgarðin, har kongurin býr. Høgu harrarnir verða øvundsjúkir inn á drongin, tí at kongurin setur hann framum teir, og tí ynskja teir at drepa hann. Teir finna uppá ymsar lygnir um drongin, og hvørja ferð ein nýggj lygn verður uppfunnin, skal drongurin vísa sítt virði fyri konginum ella missir hann lívið. Tá er hann "úti" og her hoyra vit millum annað um, at hann er í einum skógi, har hann fær hjálp frá trimum monnum. Samstundis verður sagt frá um avbjóðingarnar, ið hann stríðist fyri at vinna á. Hann er í tí aldrinum, har hann ger seg leysan av pápanum. Meðan hann roynir at skapa sær eina betri tilveru, fer hann gjøgnum eina menning, og í tilgongdini loysir hann tær fýra royndirnar. Hetta megnar hann, so menningin er so at siga væleydnað. Síðani kemur hann heim, og hetta heimið er á einum hægri stigi enn áður. Hann hevur fingið prinsessuna og kongaríkið, ið vil siga, at samstundis sum hann er vorðin búgvin, hevur hann funnið eydnuna og er komin væl fyri í lívinum. Á hendan hátt verður drongurin fluttur frá einum lágum samfelagsstigi til eitt hægri orsakað av hansara góðu eginleikum, og tað sigur okkum beinanvegin, at her er talan um eitt sokallað gandaævintýr, ið eru menningarsøgur.
495
Ævintýr um allan heim hava sama grundbygnað. Tá ið ein ynskir at útgreina sambandið millum persónar ella verur av ymiskum slagi, kann tað vera hent at nýta aktantfrymilin, ið franski málfrøðingurin A. J. Greimas gjørdi.
496
Ætlanin hjá subjektinum, ið er drongurin, er, at hann vinnur objektið, ið er prinsessan og ríkið. Subjektið ætlar sær sjálvum objektið, og tí er drongurin bæði subjekt og móttakarin. Hann endar jú við at fáa prinsessuna og kongaríkið. Men í gongdini fram ímóti sínum máli er drongurin noyddur til at vinna á hesum fýra royndunum. Tað eru høgu harrarnir, ið eru so øvundsjúkir, at teir vilja dronginum til lívs og finna tískil upp á nakað ósatt um drongin og siga tað við kongin. Kongurin trýr á høgu harrarnar og sigur, at um drongurin ikki klárar tað ymsa, ið hann sambært teimum høgu harrunum klárar, doyr hann. Tískil eru teir høgu harrarnir mótstandararnir hjá dronginum. Hjálpararnir hjá dronginum eru teir tríggir mennirnir, ið hann møtir inni í einum húsi í skóginum. Av tí at hetta er eitt myndamál fyri hansara dugnaskap, sum eg eisini seinni fari at koma inn á, er tað á ein hátt hann sjálvur, ið hjálpir sær sjálvum. Hann megnar sostatt sjálvur at finna útav, hvussu hann skal vinna á ymsu forðingunum. Hjálpin kemur innanífrá. Men ein annar hjálpari er eisini Gud. Hann biður eitt nú Gud lata allar himmalsins fuglar koma og pikka eitt djór, ið hann hevur skotið, og á hendan hátt finnur hann hin vakra fuglin. Harvið er Gud ein sera stórur partur av ævintýrinum. Gevarin er kongurin. Dótturin hevur verið horvin leingi, og eingin veit, hvar hon er stødd. Tá ið drongurin finnur hana og bjargar henni frá sjótrøllinum, gevur kongurin honum dóttrina, og hann fær eisini kongaríkið, tá ið kongurin letur lív. Kongurin er tann, sum í byrjanini eigur objektið, prinsessuna og ríkið, og sum hevur myndugleikan at seta treytirnar fyri at flyta tað til móttakarn - tískil er hann gevarin í ævintýrinum.
497
Nógv ævintýraeyðkenni eru at finna í ævintýrinum. Tá ið drongurin er í gongd við fyrstu royndina fer hann inn í skógin, har hann finnur eitt hús. Í hesum húsinum koma tríggir menn inn og seta seg at eta. Hetta er fyrstu ferð vit hoyra um trý talið, men tað verður ofta nevnt afturat. Eitt hús og skógar verða eisini manga nýttir í ævintýrahøpi. Á sama hátt er sjey-talið eisini eitt vælkent ævintýraeyðkenni. Í triðju royndini verða sjey ertratunnur sáddar í kirkjugarðinum, og hann skal taka hvørja ertur uppaftur, áðrenn kongurin er liðugur í kirkju sunnumorgunin. Hann skal vinna á fýra forðingum, ið kann tykjast rættiliga løgið, at júst hetta talið verður nýtt. Tað kann vera, at tríggjar tær fyrstu royndirnar eru royndir, har hann skal prógva fyri konginum, og samstundis eisini høgu harrunum, at tað ikki er nøkur lygn, at hann er dugnaligur. Men tað, ið veruliga er galdandi er fjórða lygnin, har hann skal royna at fáa horvnu kongsdóttrina aftur. Sostatt hevur hann longu prógvað sítt virði í áðurnevndu trimum royndunum. Tá ið hann er í ferð við at bjarga kongsdóttrini fer hann niður í havið og kemur til tríggjar gøtur, har hann velir miðgøtuna. Síðani kemur hann til trý torn, har kongsdótturin er í miðtorninum. Her er vert at leggja merki til, at nógvur dentur verður lagdur á, at hann velir miðgøtuna og fer inn í miðtornið. Hetta kann sipa til hugtakið, sum á donskum verður kallað fyri "Den gyldne mellemvej". Aristoteles evnaði til hugsanina um dygdirnar, á donskum dyderne, ið inniber, at ein skal velja eitt millumting millum ov lítið og ov nógv. Fyri betur at skilja hetta, so kann eg nevna eitt dømi, har fólk mangan taka til, at tú skalt ikki vera smæðin, men heldur ikki ov framligur. Best er at vera eitt millumting, sum Aristoteles segði. Eitt annað ævintýraeyðkenni er, at hann skal fáa kongsdóttrina frá tí ljótasta sjótrøllinum. Trøllið er ein yvirnatúrlig vera, men í hesum ævintýrinum liggur trøllið bara og svevur, so tað er á ein hátt ikki ein veruligur mótstandari hjá dronginum. Hann drekkur av einum drykki tríggjar ferðir, so at hann verður sterkur, og hetta verður eisini sæð sum nakað yvirnatúrligt. Av tí at drongurin klárar at fáa kongsdóttrina heim til kongin aftur, verða tey gift, og tey liva lukkuligt saman í allar ævir, ið er eitt tað eyðkendasta eyðkennið í ævintýrum sum heild.
498
Nógvur dentur verður eisini lagdur á mótsetningarnar. Drongurin er sera fátækur, meðan hinir persónarnir, ið verða umtalaðir, eru ríkir. Tað vil siga, at nógvur stættarmunur er. Drongurin er góður, meðan teir høgu harrarnir eru óndir og vilja honum alt tað versta. Samstundis síggja vit, hvussu lýsingarorðini í heila tikið verða nýtt. Drongurin skal skjóta tann vakra fuglin í fyrstu royndini, og hareftir skal hann vinna á tí ringasta sjótrøllinum, sum eisini verður nevnt sum eitt ljótt sjótrøll. Tað er týdningarmikið, at lesararnir síggja, hvussu ónt sjótrøllið og høgu harrarnir eru í mun til fitta drongin, ið góðtrúgvin er. Soleiðis hava lýsingarorðini við sær, at tað verður lættari hjá einum at finna útav, hvat veruligu mótsetningarnir eru.
499
Ævintýrið er ríkt av myndamálið, ið fjalir seg millum allar linjurnar. Vit fáa í byrjanini at vita, at hann fer inn í ein skóg, har lítla húsið er. Skógurin kann tulkast sum undirvitska hansara. Tað, at hann fær hjálp frá trimum monnum merkir, at hann ótilvitaður finnur útav loysnunum, so at hann megnar at vinna á avbjóðingunum. Hann er so klókur og vísur, at hjálpin kemur innanífrá. Sostatt eru teir tríggir mennirnir ein partur av honum.